Heimasíður
Ein heimasíða er til tann sum vit útdýpa sína tænastu og- ella marknaðarføra seg betur, ein heimsíða er í dag ein prógvførsla fyri tað títt felag er og hvat tín tænasta kann, eins og hvør stendur aftanfyri tænastuna.
Nei, vit hjálpa tær við fyrireikingini av heimasíðuni, vit vegleiða teg fegin við hvat er upplagt at gera í samband við hvør tín tænasta er, vit vegleiða og hjálpa eisini við myndatøku og tekstviðger.
Vit bjóða fegin nethandil, vit arbeiða við ymiskum nethandilsskipanum og vit vegleiða og hjálpa tykkum við at seta gjaldsháttir upp, sostatt at tað er lætt og smidligt at koma ígongd.
Heimasíður kunna verða í lætta endanum eins og tí tunga endanum, vit ynskja altíð at møta kundanum, og saman finna eina góða loysn.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis telefon ella við at senda okkum eini boð umvegis boðskipanina á heimasíðuni.


Marknaðarføring
Tú kanst hava eitt frálíkt hugskot og tín vøra kann vera heilt serstøk, men uttan at kundarnir kenna til tín og tína fyritøku, er ikki serliga sannlíkt at tín fyritøka er lívi laga. Tískil er tað altumráðandi, at tín fyritøka er sjónlig, um tú ynskir at hon skal kunna vaksa.
Harumframt tað heilt avgerandi fyri tína fyritøku, at tú gert tær eina góða sølu- og marknaðarførings-strategi, sum kann vera við til at tryggja tær eitt gott kunda grundarlag.
Marknaðarføring skal ikki bara síggjast, sum ein útreiðsla, men sum ein háttur at fáa nýggjar inntøkur og økja um talið av tínum viðskiftafólki. Við góðari markanaðarføring kanst tú draga nýggjar kundar til tína fyritøku.
En bíligur og lættur háttur at marknaðarføra tína fyritøku. Um tú ynskir at skal eydnast væl við at brúka teir sosialu miðlarnir krevur tað, at tú regluliga kemur við innihaldi og hevur ein virkna hjáveru á tínum vanga.
Títt andlit úteftir og soleiðis umheimurin kennir tína fyritøku aftur. Tað er týdningamikið at búmerkið hóskar við tann samleikan, sum tín fyritøka hevur og til hugskotið, ið liggur aftanfyri.
Um tínir kundar ikki kunnu finna teg á alnótini, er tað næstan tað sama sum, at tín fyritøka ikki er til. Tørvurin á, at júst hava eina heimasíðu, kann vera ymiskur frá fyritøku til fyritøku, men er í flestu førum ein fyrimunur. Heimasíðan kann nýtast bæði til lýsa við og sum arkiv fyri fyritøkuna.